27. juni 2016

Stevns Klint

I gjár fóru vit ein langan biltúr. Vit gjørdu okkum ein matpakka og koyrdu suður til Stevns Klint. Tað tók knapt hálvanannan tíma at koyra, so gellurnar máttu brynja seg við tolið. Har var heilt fantastiska vakurt. Ein uppliving 😊. Vit ætlaðu at ganga heilt út til vitarnar eisini, men klokkan bleiv nokkso nógv, og tað var langt at ganga, so tað mugu vit eiga til góðar eina aðruferð 😊.

Síðsti dagur í 0. flokki

Fríggjadagin var síðsti skúladagur hjá 0.X.
Foreldur og systkin vóru bjóðað til morgunkaffi, og so rappaðu børnini eisini fyri okkum. Vit hildu frí tann dagin, og tað hevði verið so heitt og kvalið í fleiri dagar, at Anna orkaði slett ikki uppaftur, tá hon vaknaði aftaná sín lúr.  Hon sat bara í songini - púra ferdig.

Sankt Hans

Í fjør á Sankt Hans vóru vit ein túr á Bakken. Í ár vildu vit fegin endurtaka succes'ina. Vit heintaðu fyrst babba til arbeiðis, og so koyrdu vit víðari. Har vóru so nógvir bilar,  at vit stóðu í kø allatíð meðan barnashowið var. So vit fingu okkum bara ein bita at eta og valdu at hugna okkum, inntil tað stóra bálið skuldi tendrast. Tá babba og Katrin fóru í vatnrutsjibanan byrjaði at regna,  so tey fingu enn størri karm enn væntað 😉. Regnið bara versnaði, og tað endaði við, at alt varð avlýst - bæði bál og tónleikur. Øv bøv. So vit mugu bara royna eydnuna aftur í næsta ár 😊.

Fremad Amager

Fyri ca. einum mánaði síðani byrjaði Katrin at spæla fótbólt við Fremad Amager. Síðsta týsdag var seinasta venjing áðrenn summarsteðgin, ob tá vóru foreldur og systkin bjóðaði við til hugna aftaná. Vit fingu eina lekra máltíð inni í klubhúsinum 😊.

Túr við bandittunum

Síðsta sunnudag fóru vit ein túr við gellunum. Vit gingu inn á Christianshavn og fingu okkum ein bita at eta. Vit halda at tað var ein turkisk restaurant. Maturin smakkaði onki minni enn fantastiskt - har fara vit í hvussu so er aftur 😊. Aftaná fóru vit á Elefanternes legeplads. Har er altíð so stuttligt at vera.

Mammu'sa eygu

Fyri skjótt tveimum vikum síðani varð mamma opererað í eygunum. Eftir eina viku skuldi mamma til kontrol fyri at vita, um alt var soleiðis tað skuldi vera. Læknarnir hildu, at tað var best at rætta eitt lítið sindur upp fyri at fáa best møguligt úrslit í longdini, so teir reopereraðu vinstra eygað. Alt gekk heldigvis væl, og nú er vónandi liðugt við eygnakirurgum á hesum sinni 😊. Tá mamma kom aftur til arbeiðis lá ein fitt heilsan frá vegleiðaranum á skriviborðinum 😊. 

Gumma og Frida á vitjan

Fyrst í juni høvdu vit gummu og Fridu búgvandi í nakrar dagar. Gumma snøggaði eisini gellunum um høvdið, meðan hon var her. Tað var so hyggiligt, og Anna hevur spurt ofta eftir teimum, síðani tær fóru avstað aftur 😊.